Pínuviðgerð við Gigalaser Online Booking
Ergo Vælvera bjóðar sera framkomnar viðgerðir ið kunnu hjálpa uppá pínu, bæði akutta og kroniska pínu. Viðgerðirnar eru til hvør sín tørv, og kunnu í summum førum samansetast við fyrimuni fyri best gevandi úrslit. Vit bjóða tvær sera góðar viðgerðir AtlasBalans og Gigalaser ið er ein av heimsins størstu medisinsku lasarum.
Gigalaser er egnaður til størri umráðir á kroppinum sum rygg, lendar, knø, akslar, høvd v.m. Skermurin er deildur í trýggjar sektiónir, ið kunnu broytast alt eftir tørvið.
Laserterapi kann hjálpta tær við:

Dømi um hvussu Gigalasarin kann broyast til viðgerð av akslum
- Giktapínu / liðagikt
- Vøddapínu
- Sportskaðar
- Lendapínu
- Rygg/nakkapínu
- Tennisalboga
- “Frozen Shoulder”
- Hælsporu
- Trigiminus neourologi
- Sárleking
- Menstruatións pínu “Endometriose”
- Knæpínu
- Bruna í slímsekki
- Migrenu “piskesmæld”
- “Modic” broytingar
- Akni
- Sárleking / diabetis sár
- Eksem
- Psoriasis
- Helvitiseldur (húðsjúka)
- Arrvevnað
- “Bihule/pandhulebetændelse”
- “Knogleheling”
- Fertilitets trupulleikar, og nógv nógv annað
Kann brúkast til øll sløg av pínu
Lasarin framskundar leking og minkar um bruna, pínu og arrvevnað. Lasarin stimbrar vekst og leking av vevnaðinum í kroppinum og er tí vælegnaður og blívur brúktur til: Øll sløg av pínu!
Gigalasarin hevur útyvir laserdiodur til viðgerð í djúbdini eisini reytt ljós og blátt/lilla ljós. Reyða ljósið (660 nm) stimbrar mikrosirkulatiónina í húðini, og tað bláa ljósið (405 nm) virkar bakteriu tálmandi. Hetta til samans gevur serliga kraftmikla viðgerð ið stimbrar kroppin uppá fleiri háttir.
Fyrimunir við Gigalaser eru
- Størri effekt og harvið skjótari leking
- Betrar um evnini hjá kroppinum at lekja seg
- Skjót og virksom pínulinnan á størri umráðir
- Onnur viðgerð kann fáast samstundis t.d AtlasBalans
- Kann brúkast til børn úr 2 ára aldur
Góðkenningar
Gigalasarin er mentur til viðgerð av:
- Giktapínu, linnan
- Inflammatión, minkan av pínu og hevilsi (orsaka trauma)
- Tennisalboga
- Vøddapínu
- Sárleking
- Gigalasarin er harumframt góðkendir av FDA.
Hjáárin og hvør kann IKKI fáa laserviðgerðina:
Laserviðgerðin hevur ongin hjáárin, viðgerðin er pínufrí og hjálpir kroppinum til skjótari náttúrliga leking. Laserviðgerðin verður ikki givin á móðurmerkir og tatoveringar (minni umráðir kunnu dekkast við hvítum klæði).
Hvussu nógvar viðgerðir og hvussu ofta:
Nógv merkja góðan og stóran mun longu aftaná 1-3 viðgerðir. Kroniskar støður kunnu krevja fleiri viðgerðir yvir tíð 10 – 20 viðgerðir.
Sjúkrasøgur hoyrdar á okkara viðgerðastovu:
Piskesmæld
“Aftaná ferðsluólukku breyt eg nakkan og fekk piskesmæld, ið gav mær nógva pínu og lítla og onga rørslu í nakka. Longu aftaná fyrstu viðgerð, føldi eg mun. Nakkin var leysari og eg hevði lættari at finna hvíld, tá eg skuldi sova ella sita niðri og slappa av. Aftaná 6 laserviðgerðir, merki er ikki meira til trupulleika í nakkanum”. maður 21 ár
Slitgikt
“Eg havi havt slitgikt í knønum í meri enn 20 ár, eg hevði pínu bæði undir rørslu og hvíld. Aftaná 3 viðgerðir byrjaði eg at føla bata. Nú aftaná 10 viðgerðir kann eg endliga sova uttan pínu”. kvinna 55 ár
Miseydnað skurðviðgerð gav kroniska nervapínu
“Fyri fleirum árum síðani bleiv eg skurðviðgjørdur fyri krabba. Undir skurðvigerðini skæddist nervar, ið hava givið mær ræðuliga kroniska nervapínu síðani. Aftaná 7 viðgerðir byrjaði pínan so spakuliga at minka, fyri hvørja viku minkaði og minkaði pínan og nýstlan av morfin medisini fór niður í næstan einki, so eg eri glaður í dag”. maður 63 ár
Diskusprolaps
“Eg havi havt fleir prolapsar í nakka og lendinum, og skurðviðgjørdur fleiri ferðir. Fekk at vita at eg mátti læra at liva við pínuni, tí eingin læknalig viðgerð ella skurðviðgerð kundi hjálpa mær. Sjúkan gjørdi at eg bleiv fyritíðarpensiónistur fyri fleiri árum síðani. Eg valdi at roya viðgerðina hjá Ergo og merkti góðan bata longu aftaná 3 viðgerðir. Tá eg hevði fingið 5 viðgerðir var eg 100% pínufríur”. maður 61 ár
Akslapínu
“Eg havi bruna í øksluni, ið gjørdi at eg ikki kundi brúka mín høgra arm. Eg havi gingið til fysioterapi og gjørt venjingar uttan stórvegis mun. Longu aftana eina viðgerð fekk eg armin uppum høvd, uttan pínu”. kvinna 24 ár
Óhapp
“Ein arbeiðsólukka fyri 40 árum síðani, gav mær kroniska pínu í akslarnar. Eg havi ongantíð verið so leingi pínufríur, sum síðan aftaná eg fekk laserviðgerð hjá Ergo”. maður 65 ár
Kroniska nakkapínu
“Eg hevði sterka pínu í nakka og økslum, ið gjørdi at eg illa megnaði tað dagliga arbeiði og konstant hevði tørv á vøddamýking. Aftaná nakrar viðgerðir, minkaði pínan so mikið, og eg hevði ikki vøddamýking fyri neyðini”. kvinna 35 ár
Pínu í mjødn og krampar í beini
“Eg hevði krampar og pínu í mjødn og beini. Ógvusligu kramparnir komu undir arbeiði og ímeðan eg sat ella lá niðri. Eg fekk 5 viðgerðir og havi ikki havt krampar ella pínu síðani, so eg viðmæli øllum at royna viðgerðina”. maður 55 ár
Kronisk pína
“Eg havi verið kroniskur pínu sjúklingur í áravís, eg havi roynt tað ið roynast kundi (helt eg), havi verið knýtt at pínuklinik og fingið sterkan heilivág, ið gav mær nógv hjáárin. Eg valdi at royna pínuviðgerð við laser, nú aftaná 6 viðgerðir er nýstlan av pínustillandi minka tveir triðingar”. kvinna 43 ár
Nervapína/diskus
“Orsaka diskus føldi eg at eg allatíð skuldi renna á vesi, dag sum nátt. Eisini hevði eg pínu og sterkar krampar, sum gjørdi at eg misti náttarsvøvnin. Aftaná 6 viðgerðir, havi eg fingið tað munandi betri og fái mín náttarsvøvn, uttan vesi trongd”. maður 61 ár
Trigiminus Neurologi
“Konstant snurran og ógvuslig pínu anfall í andlitinum og upp í høvdið, gjørdi at eg ikki kláraði ljóð, ljós ella at vera millum nógv fólk. Aftaná nakrar viðgerðir er ró komi í andlitið, og merki eg ikki til pínu ella snurran“. kvinna 58 ár
Pannholu bruna
“Kroniskur pannholubruni gav mær trupulleikar við at sova, tí eg fekk so illa luft og var illa plágaður av næsablóð. Aftaná 5 viðgerðir fái eg betri anda og kenni ein góðan lætta í høvdinum”. maður 53 ár
Prísur úr kr. 550,- (úr kr. 190,- um fleiri enn tvey umráðir viðgerðast sama dag).
1 Gigalaser viðgerð kr. 690,-
5 túrakort kr. 2.950,- (fyri hvørja 590,-)
10 túrakort kr. 5.500,- (fyri hvørja 550,- kann evt. deilast av hússtandi ella t.d fótbóltsliði)
Avsláttur:
Um fleiri økir fáa viðgerð sama dag t.d ryggur og knø, akslar og føtur v.m er kostnaðurin fyri næstu viðgerð kr. 290,- og triðju viðgerð kr. 190,-.
5 túrakort til 5 + 5 viðgerðir íalt 10 viðgerðir á 2 stød kr. 4.440,- (fyri hvørja 440,-).
10 túrakort til 10 + 10 viðgerðir íalt 20 viðgerðir á 2 støð kr. 8.450,- (fyri hvørja 422,50,-).
10 túrakort til 10 + 10 + 10 viðgerðir íalt 30 viðgerðir á 3 støð kr 10.350,- (fyri hvørja 345,-) t.d akslar, lendar og knø.
Rinda í smáum:
Dømi:
Ítróttarskaðar
Skaðar síggjast innan allar ítróttargreinar, skaðar taka ofta vikur og enntá mánaðir at lekja – og onkuntíð vera spælarir tvungnir av bananum restina av ítróttarárinum – ella longri.
Eyðkendir ítróttarskaðar innan:
Fótbólt
- Koygtur fótur/økli
- Krossbandskaðar
- Brot í fót / økli
Hondbólt
- Koyging
- Brot
- Krossbandskaðar
- Akslaskaðar
Súkkling
- Knæskaðar
- Ryggpínu
- Brot
Aftur á banan
Laserterapi framskundar náttúrligu lekingina – við at økja framleiðsluna av ATP (orku til kyknurnar) og harvið:
- Boostar immunverjuna
- Minkar um hevilsi
- Linnir um pínu
- Økir blóðrensli
- og nógv annað ….
Stutt sagt hjálpir til at fáa tað betur – og koma uppá banan – skjótara.
Akselering av náttúrligu lekingini
Dømi frá viðgerðastovum, ið brúka laserterapi:
- Keiking lekir uppá 6-8 dagar
- Brot lekir uppá 2-3 vikur
- “Senebetændelse” uppá 3-4 vikur
- Fiburspronging lekir uppá 6-8 dagar
Gigalasarin dekkar eitt stórt umráði t.d alt knæði, akulin ella aklslarnar.
Ein koygtur fótur ið verður viðmæltur at binda frið í 5-6 vikur kann lekjast uppá dagar við hjálp av laserterapi.
Fertilitet og Gigalaser: les meira her: FERTILITET
Ynskir tú at vita meira, ella bíleggja tíð kanst tú ringja 315 777 ella online booking: Bílegg Online
Leinkir:
Leinkja um royndina hjá tannlæknum við trigeminusneuralgi:
Tandlægebladethttps://www.tandlaegebladet.dk/sites/default/files/articles-pdf/TB-1997-13-722-1.pdf
Leinkja til samrøðu um pínuviðgerð á FM1: Hoyr Beintu Lassen ergoterapeut greiða frá pínu og pínuviðgerðir.
FM1 sending um pínuviðgerðLeinkja um piskesmæld og laser :
ØLL BLIVU PÍNUFRÍ AV LASERLeinkja um fertilitet og Giglaser:
FertilitetLeinkja til laser og knæsmerter:
Krop og Fysik