Eingin vøra er á ynskilistanu.
LIPOBELT strálar kalt lasaraljós uppá 660 nm. Geislingin skapir eina sokallaða fotokemiska reaksjón mitt í feittkyknuni, sum so setir gongd á nátúrligu tilgongdina at frígeva og útskilja feitt. Lættari er sostatt at sleppa av við feittið gjøgnum lymfurásirnar.
Ávirkanin av køldum lasarageislingum varð uppdagað av læknanum Dr. Rodrigo Neira. Niðurstøðan av hansara kanningum er kunngjørd undir heitinum: ”Fat Liquefaction: Efect of Low-Level Laser Energy on Adipose Tissue”.
Geislingin verður spjadd um allan feittvevnaðin frá beltinum, sum verður spent um økið, ein ynskir at viðgerða. Tøknin er sterk og ómetaliga nett, so hon hjálpir sjálvt á tey mest treisku økini. Tó er viðgerðin fullkomiliga pínuleys og vandaleys fyri vevnaðin annars.
1. Nátúrligar feittkyknur, 2. Geisling við lasaraljósi 3. Membranurin letur seg 4. Feittkyknurnar tómar og fullar av feitti á feittkyknur upp og feitti rennir út munandi minni.
LIPOBELT er lágfrekvent geislaútgerð, sum beinleiðis virkar á feittkyknurnar og harvið feittsamlingar í kroppinum, sum ofta eru truplar at sleppa av við. Læknavísundaligar kanningar hava víst einastandandi góð úrslit.
ÚRSLIT
Viðgerðirnar eru pínuleysar og úrslitið er sjónligt longu eftir fyrstu viðgerð (uml. 3 cm).
TRYGD
LIPOBELT virkar uttan á nakran hátt at skaða vevnaðin.
MÁLRÆTTAÐ VIÐGERÐ
Virkar serliga væl á øki, sum eru torfør at minka við venjing og klænking annars, sum t.d. búk, mjadnar, rumpu, lør og armar.
Øll amboð eru framleidd samsvarandi ES-trygdarstandardum og eru roynd undir læknavísundaligum uppsýni til tess at tryggja trygdina í øllum liðum.
Okkara fyrsti prioritetur er, at tú skalt kenna teg tryggan.
Hvør viðgerð tekur uml. 40-60 minuttir, besta úrslit fæst við 2 laser viðgerðum um vikuna í umleið 3-5 vikur. Minst til at drekka uml. 2-3 L av vatn dagliga, ímeðan tú fært LIPOBELT Laser viðgerðir.
Prísur:
Bílegg tíð á online booking ella ring 515 777.