Eingin vøra er á ynskilistanu.
Profhilo
Ert tú troytt/ur av slappari, rukkutari og leysari húð “kalkunhúð” á hálsinum, hendrunum, andlitinum, ella dekolleté? Profhilo er nýggjasta og mest slóðbrótandi viðgerð til hesu umráði.
Profhilo kann eisini brúkast til onnur umráði sum leys húð við armholur, hangandi húð á yvirørminum, knøum, búki ella bringu.
Við árinum missa vit kollagen, elastin og hyaloronsýru í húðini, hetta viðførir eldri og leysari húð. Profhilo er útvikla til at endurnýggja eina náttúrliga yngjan av húðini.
HYALORONSÝRA
Profhilo er hyaloronsýra, ið verður løgd beint undir húðina við fáum fínum prikum, tvær ferðir 4 vikur ímillum. Hyaloronsýran í Profhilo er heilt annarleiðis enn tann vit kenna frá fillers og skinboosters. Náttúrliga sukurevni er hitaviðgjørt á ein serligan hátt, sum gevur møguleikan at stimbra tína egnu kollagen og elastin framleiðslu.
Profhilo og serligi mátin viðgerðin verður gjørd uppá ger, at Profhilo virkar “sjálvnivellerandi” við at útjavna umráðir við leysari “kalkunhúð”.
SOLEIÐIS FER VIÐGERÐIN FRAM
Profhilo verður við tunnari nál og fáum prikum løgd inn í umráði við leysari og rukkutari húð. Profhilo spreiðir seg, so øll húðin yngist og ikki bert har priki er. Profhilo økir ikki “volumen” sum ein fillari ger, tí er úrslitið ongantíð kunstigt ella ónáttúrligt! Aftaná 4 vikur viðmæla vit at tú fært aðru viðgerð.
AFTANÁ VIÐGERÐINA
Beint aftaná viðgerðina kunnu prikini síggjast sum smá “moyggjabita stikk”. Hesi hvørva innan 12-24 tímar. Í summum førum kunnu koma smá blá merkir.
Longu 3-4 vikur aftaná fyrstu viðgerð vil húðin vera munandi fastari. Aftaná aðru viðgerð far húðin enn eitt “boost”, ið gevur nógv slættari, fastari húð.
Endaliga úrslitið sæst 4 vikur aftaná aðru viðgerð. Úrslitið av viðgerðini heldur upptil eitt ár. Vit viðmæla at tú heldur flotta úrslitið viðlíka við einari viðgerð árliga.
Er húðin sera leys og rukkut, kann ein evt triðja viðgerð gerast.
ÁÐRENN OG AFTANÁ MYNDIR
Áðrenn 4 og 8 vikur aftaná
Áðrenn og 8 vikur aftaná
Áðrenn og 8 vikur aftaná
Áðrenn og 8 vikur aftaná
Áðrenn og 8 vikur aftaná
Áðrenn og 8 vikur aftaná
Áðrenn og aftaná Profhilo av dermoperfection
Áðrenn og 8 vikur aftaná Profhilo
PRÍSUR:
Keyp 1 viðgerð kr. 4.500,- (2ml) t.d andlit ella hendur
Keyp 2 viðgerðir kr. 7.000,- (4 ml) t.d andlit og hálsur sama dag ella armar 2 ml í hvønn
Um tú tekur aðru viðgerð sum viðmælt 4 vikur seinni er prísurin:
2 ml kr. 3.000,-
4 ml kr. 5.000,-
Aftaná 4 vikur er prísurin sum fyrstu ferð.
BEAUTY KONTO
Møguligt er at stovna Beauty Konto, og gjalda í smáum yvir fleiri mánaðir. Les meira á ergo.fo um Beauty Konto.
Til kroppin skal størri mongd til, tí er prísurin alt eftir hvussu stórt umráði er, spyr vinarliga um prís.
Bílegg tíð á 315 777 , online booking ella støkk inn á gólvið
The Times skrivar um Profhilo
Sí video niðanfyri