Permanent make-up er við tíðini vorðið eitt nattúrligt val innan kosmetikkviðgerð. Permanent Make Up er í dag sera vælumtókt, tí við at menna ta nátúrligu utsjóndina kann einhvør kvinna fáa eina útsjónd, ið ber brá av góðari røkt.
Uttan mun til orsøkina er málið tað sama. Permanent make-up skal vera ein partur av tær sjálvum, ein nærum ósjónligur munur, sum kortini undirstrikar og mennir tey vøkru andlitsbrøgdini, sum longu eru har frammanundan.
Við Long-Time-Liner verður lagt vekt á at menna tína náttúrligu útstráling, og broyta tað, sum frá náttúrini ikki er heilt nøktandi. Hetta er tað, tey kalla “tað lítla eyka piffið”, sum skal til, fyri at geva kvinnuni meira tryggleika og sjálvsálit. Og bara nátúrligir litir kunnu geva nátúrligt úrslit.
Hví velja Long-Time-Liner?
Long-Time-Liner gevur tínum brúm nýggjan kontur ella skap, vit gera skuggar ellar hárstrikur/3D, markerar vippulinjuna við einari tunnari striku, markerar varrarnar, og kann fáa munnin at síggja størri út.
Tann fakliga metingin, ið verður gjørd áðrenn viðgerðina, er sera umráðandi. Teir sera væl lærdu og serkønu ”linergistarnir” markera áðrenn viðgerðina við einum serligum penni.
Ikki fyrrenn úrslitið er sum tú vilt hava tað, byrjar veruliga viðgerðin, ið varar í umleið ein tíma.
Fyrimunir við Long-Time-Liner:
Long-Time-Liner-viðgerðin er næstan pínuleys
Long-Time-Liner skal ikki koma ístaðin fyri alt make-up, men gera tað, sum frá nattúrini ikki er nøktandi, perfekt (hygg at úrslitum niðast á síðuni)
Teir nátúrligu plantulitirnir verða passaðir til hvønn einstakan, og útgerðin, ið verður brúkt, er sera framkomin og sergjørd til Permanent Make Up.
Aftaná viðgerðina kanst tú gleðast um tína nátúrligu útsjónd.
Hvør kvinna velur Long-Time-Liner?
Nógvar kvinnur, íð ynskja sær eina perfekta útsjónd 24 tímar um døgnið, uttan at hava tíð ella hug at endurnýggja sítt make-up fleiri ferðir um dagin, velja konturmakeup. Long-Time-Liner er avbera vælegnað til kvinnur við ljósari húð, sum ikki hava so sjónligar brýr og varrar.
Við smáum broytingum kunnu varrarnar gerast avbera vakrar. Kvinnur, íð brúka brillur ella linsur, hava ofta trupult við at leggja make-up. Eisini hjá teimum, sum íðka ítrótt, er Long Time Liner besta loysnin, tí Permanent Make Up er permanent og rennur ikki. Harvið hevur tú eina fríska og vælrøkta útsjónd allan dagin, líkamikið um tú svimur, rennur úti í regni o.s.v.
Aftaná krabbaviðgerð og aðrar sjúkur so sum alopecia, kanst tú missa brýr og vippur, eisini her er Permanent Make Up ein góð loysn ið gevur náttúrligt úrslit.
Hvussu?
Long-Time-Liner er ein sera væl ment skipan. Við einari mikrotunnari nál verður ein ovurviðkvæmiskannaður og ES-góðkendur plantulitur lagdur á uttasta lagið á húðini. Litirnir kunnu blandast, so teir passa akkurát til tín húðalit. Long-Time-Liner heldur umleið í trý til fimm ár, alt eftir húðtýpu.
Allir litir eru plantulitir við mineralevnum, upployst í alkoholi og destilleraðum vatni, og eru tí sera vælegnaðir til sarta húð. Litpigmentini verða koyd á uttasta húðlagið, millum 0,8 og 1,3 mm inn í húðina.
Úrslit
Tvær vikur eftir viðgerðina kann úrslitið metast. Um liturin er ov bleikur verður ein eftirviðgerð gjørd. Hetta er við í prísinum.
Er hettar nakað fyri teg, ert tú vælkomin at ringja, booka online á ergo.fo ella skriva til ergo@ergo.fo.
Tú kanst altíð fáa eina ókeypis viðtalu.
Prísir
Varralinja við liti: 5.000,-
Varralinja “lipliner” uttan tóning av varrum kr.3.000,-
Brýr: 4.800,-
Eyelinari einkultur 3.000,- undir og yvir: 4.800,-
Eyka breidd eyeliner: +500,-
“Skjønheitsplettur”: 500,-
Nýggj viðgerð umfatar tvær viðgerðir innan 3 mánaðir.
Pakkaprísir
Um tú ynskir brýr, varrar og eyelinara so bið um serligt tilboð.
Uppfrískan
Prísirnir eru fyri endurviðgerð upp til tvey ár eftir fyrstu viðgerð.
Eyeliner pr. viðgerð: 1.500,-
Brýr pr. viðgerð: 1.500,-
Varrar pr. viðgerð: 2.000,-
Efftir tveimum árum hækkar prísurin við pr ár: 1.000,-
Upprískan frá øðrum viðgerðastovum
Fylling uttan broyting av skapi: 3.000,-
Hereftir pr. ferð: 1.000,-
Rætting av viðgerð frá øðrum viðgerðarstovum
Fyrsta viðgerð: 4.000,-
Hereftir pr. ferð: 1.000,-
Roknast má við brúki av ymsum evnum fyri 100 til 200 krónur eyka.
Vit brúka bara ES-góðkendar litir.
* Skalt tú gera nakað við varralinjuna, so skalt tú upplýsa, um tú hevur havt krímsár, um tú hevur arr ella hevur fingið lasaraviðgerð við munnin.
Vit brúka doyvandi krem undir allari viðgerðini, so pínan er sera avmarkað.
Microblading
Microblading er tað nýggjasta nýggja innan Permanent Make Up, Microblading verður ofta valt framum Permanent Make Up til brýrnar.
Microblading ger tað møguligt, at gera nógv fínari hárstrikur, so at tað veruliga sær út sum hár.
Beinta Lassen, ið er linergistur hjá Ergo Vælveru er fyrsti føroyingur og nummar trý í danska kongaríkinum, ið hevur fingið certifikat frá heimskenda Branko Babic og Microblading Academy.
Prísur:
Microblading til brýr: kr. 4.800,-
Uppfrískan innan 24 mðr frá fyrstu viðgerð: kr.1.500,-
Sí video hvussu Microblading verður gjørt:
Beauty konto
Stovna eina Beauty konto, og fá fasta gjalds avtalu.
Vi hava stongt núVit lata upp aftur: týsdag (28/06/2022) frá 10:00 til 17:00
mánadag
Stongt
týsdag
10:00 – 17:00
mikudag
10:00 – 18:00
hósdag
10:00 – 17:00
fríggjadag
10:00 – 18:00
leygardag
Stongt
sunnudag
Stongt
Tíðindabræv
Keyp gávukort til ein tú vil gleða
Vit brúka farspor á okkara heimasíðu fyri at geva tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Við at klikkja á "Góðkenn", góðkennur tú okkara farspor stillingar.
Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.
Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri. Les meira á síðuni Privatlívspolitikkur.
Farspor sum gevur tær sum brúkara eina góða uppliving meðan tú er á okkara síðu. Hesin bólkur inniheldur farspor sum eru neyðug fyri at síðan og funkur á síðuni skulu virka. Ongar persónligar upplýsingar vera goymdar.
Farspor
Tíðarlongd
Lýsing
cookielawinfo-checkbox-analytics
11 months
This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics".
cookielawinfo-checkbox-functional
11 months
The cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional".
cookielawinfo-checkbox-necessary
11 months
This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary".
cookielawinfo-checkbox-others
11 months
This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other.
cookielawinfo-checkbox-performance
11 months
This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance".
viewed_cookie_policy
11 months
The cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data.
Greiningar av hagtølum td. hvussu síðan verur indeksera, hetta er ein hjálp hjá okkum at veita brúkaranum betri upplivingar á heimasíðuni og harvið betri tænastu.
Hagfrøðilig farspor sum vit brúka fyri at betra um heimasíðuna. Hetta er farspor sum siga okkum hvussu brúkarin ferðast á okkara heimasíðu. Hetta er ein hjálp hjá okkum at betra um síðuna. Tað er ein stór hjálp hjá okkum um tú setir hesi farspor til.
Farspor
Tíðarlongd
Lýsing
CONSENT
2 years
YouTube sets this cookie via embedded youtube-videos and registers anonymous statistical data.
Farspor sum vit brúka í samband við marknarføring og sum lýsa tíni áhugamál. Hetta kann vera áhugamál so sum tíni keyp, hvat tú hyggur at o.s.v. Hetta ery vanligvís farspor frá Google Analytics, YouTube, Facebook v.m.
Farspor
Tíðarlongd
Lýsing
VISITOR_INFO1_LIVE
5 months 27 days
A cookie set by YouTube to measure bandwidth that determines whether the user gets the new or old player interface.
YSC
session
YSC cookie is set by Youtube and is used to track the views of embedded videos on Youtube pages.