Eingin vøra er á ynskilistanu.
Við sera tunnari nál, far húðin ein “coctail” ið er samansett júst til tín tørv og tíni ynski. Hjá Ergo Vælveru gera vit mesoterapi við hond, ella við Mesogun. Vit kunnu velja C-vitamin, ið t.d bleikir húðina og gevur javnari lit. DMAE ið er sera gott til alla leysa húð, DMAE far fibroblastarnir at framleiða kollagen. Mesohyal ið yngir og fuktar húðina, sera gott til fínar linjur. Organic Silica til ringt rensl um eyguni (posar undir eygunum) o.s.v.Saman finna vit bestu viðgerðina til tín.
Mesohyal nørar og fuktar viðgjørda umráðið og gevur sunna, nátturliga og yngri útsjónd. Uppbyggir húðina, glattar fínar rukkur, gevur fyllu og gevur beinanvegin eina yngjandi/lyftandi effekt. Náttúrlig og sjónlig úrslit frá fyrstu viðgerð. Mesohyal kann brúkast um alt andlitið, háls, décolleté og hendur. Sera gott til pannuna, um eyguni, næsafurur og rundan um munnin. ( G.G um t.d næsafuran er djúp, er best at brúka fillers). mesohyal HYALURONIC er gelé blanding við høgari konsentratión av hyaloronsýru, vitaminum, aminosýrum og mineralum, sum tilsamans minkar rukkur og fínar linjur, samstundis sum húðin gerst fastari. Mesohyal Hyaluronic verður sproyta inn í húðina við einari sera tunnari nál, av góðkendum Mesoestetic terapeuti. Har serligur tørvur er á fyllu, verða depot av hyaloroni sproyta inn.
Viðgerðin stimbrar og økir framleiðsluna av kollagen og elastin í húðini. Grá og tryst húð far ungdommiliga glóð. Viðmælt verður ein røð av 2-5 viðgerðum alt eftir hvussu húðin sær út, við 1-4 vikur ímillum hvørja. Úrslit sæst beinanvegin, men besta úrslitið sæst aftaná 1-2 vikur.
Prísur:
5 ml er nokk til alt andlitið, er húðin sera slapp og skal andlit og hálsur viðgerðast kann verða neyðugt at brúka 8 ml. 2 ml er nokk til t.d 1/2 andlit. Mesoterapi er sera gott at samanseta við kemiskari peeling, so sum mesoeclat ella fillers. Les meir um fillers / “Restylane” á ergo.fo
Her brúka vit eina serliga blanding ið skapar fyllu randarnar. Viðmælt vera 1-3 viðgerðir við 2-3 vikum í millum, alt eftir hvussu djúpar randirnar eru.
Prísur: Fyri hvørja viðgerð kr. 1.400,-
Online Booking til Tear Trough…
Bílegg tíð online ella ring 315 777.
Munurin millum mesoterapi og mesofillers, er tann at fillarin er meira konsentreraður og fyllur veruliga rukkur og furar út, ímeðan mesoterapi er tynnri blanding og er til alt andlitið. Besta úrslitið er ofta ein blanding av báðum. Bílegg tíð hjá okkum, á 315 777 har vit kunnu hyggja at tínum ynskjum, og finna tí røttu loysnina til tín. Eisini er møguligt at fáa Botox, ið far vøddarnar at slappa av.