Eingin vøra er á ynskilistanu.
EDS E-Dermastamp
Síðan heimslanseringina av EDS, sum var fyrst í 2013, hevur nýggja viðgerðin tikið vakurleika industriina av bóli!
Ergo er fyrsta viðgerðastova í danska kongaríkinum, sum bjóðar húðyngjandi viðgerðina EDS.
EDS er ein spildurnýggj elektronisk versión av vælumtókta Dermaroller og Dermastampinum, sum Ergo Vælvera hevur bjóða seinastu tvey árini. EDS er sokallað “needling” og mesoterapi í einum.
Við allarnýggjasta tøkni gevur EDS slóðbrótandi møguleikar fyri húðyngjan, og er tíl tín, ið hevur:
-Arr
-Fínar linjur
-Rukkur
-Djúpar rukkur
-Hyperpigmentering
-Opnar porir
-Akni arr
-Brand arr
-Strekkmerki
-Sólskaðar
-Leysa húð
Viðgerðin stimbrar húðina, og við at prika smá hol við heilt fínum nálum, fær viðgerðin húðina at endurnýggja seg á ein nattúrligan hátt: Júst sum tá tú fært eitt sár, og kroppurin fer undir at grøða tað!
Undir viðgerðini, sum stórtsæð er pínufrí, verða túsundavís av smáum mikro holum prikaði á húðina við heilt fínum nálum. Tey mongu holini virka sum kanalir, sum geva okkum atgongd til tey djúpu løgini av húðini, hartil vit innslúsa hyaluron, vitaminir, mineralir og peptidir. Tað serliga við EDS, er at tað ber til at innslúsa beinleiðis undir viðgerðini.
Nýggjasta tøkni skapar slóðbrótandi møguleikar fyri húðyngjan rundan um munn, eygu og furuna millum eyguni. Júst tey økini sum eru ring at røkka við flest øðrum yngjandi viðgerðum – eisini skurðviðgerðum!
Viðgerðin verður einans útbjóðað av kliniskt upplærdum og góðkendum serfrøðingunum á autoriseraðum viðgerðastovum. Øll hesi krøv lúkar Ergo Vælvera. Hoyr nærri á 315 777 og bílegg ókeypis/óbindandi vegleiðing.
Prísur:
Prísurin fyri EDS er úr kr. 2.000,- sí lista niðanfyri. Tú kanst velja t.d um tú vilt hava alt andlitið, ella umráðir.
Munnur kr. 2.000,-
Eyguni kr. 2.000,-
Eyguni + panna kr. 2.500,-
Hálsur kr. 2.000,-
Hálsur + V-linja kr. 2.500,-
Alt andlitið kr. 3.000,-
Andlit og hálsur kr. 3.500,-
Andlit, hálsur og décolleté kr. 4.500,-
Décolleté kr. 3.000,-
Búkur kr. 3.000,-
Størri umráði sum armar/bein kr. 3.000,-
Cool maska kr. 200,-
Aftaná viðgerðina:
Húðin vil verða lættari reyð, síggja út sum tú hevur fingið eitt sindur ov nógv av sól. Húðin kann verða eitt sindur reyðlig í nakrar dagar, og kann verða turr.
Cool maskan er køld, linnandi og fukt gevandi. Maskan liggur á umleið 30 minuttir, og kostar kr. 200,- . Um ynskist, kann eyka Cool maska keypast heim við.
Sólkrem við faktor 30 skal brúkast í 14 dagar aftaná hvørja viðgerð. Viðmælt verður at brúka eitt serligt fuktgevandi sólkrem frá Deramroller við zink.
Úrslitið sæst stórtsæð beinanvegin, men tekur umleið 6-8 vikur til endaliga úrslitið kann metast.
Viðmælt verða umleið 1-3 viðgerðir, við 4-6 vikum ímillum hvørja.
Fyri at betra munandi um úrslitið, kann Dermaroller Home Care settið brúkast millum viðgerðirnar. Í settinum er rulla til heimabrúk, rullureins og krem.
Myndin er tikin áðrenn og aftaná 3 EDS arrviðgerðir.
Myndin er tikin av Evu áðrenn og aftaná 3 medisinskar Dermaroller viðgerðir hjá Ergo Vælveru. Heima hevur Eva brúkt heimasettið millum medisinsku viðgerðirnar.
Ring 315 777 ellan online booking:
http://www.eadministration.dk/kunde/kundelogin.asp?guid=E9CE79DD-6037-46D6-BC0C-0653881B1367&selected=1075412&unit=1236