Eingin vøra er á ynskilistanu.
Cosmelan® Depigmentation Treatment – eisini kallað ” World´s No. 1 Pigmentation Treatment” Cosmelan kann taka tínar brúnu plettar av andlitinum og hondunum burtur – sera effektivt! Cosmelan er til tín, ið hevur roynt ALT – uttan úrslit.
Sera góð viðgerð til pigmentbroytingar til allar húðlitir – uttan brúk av laser. Kann gerast alt árið og er gott til pigmentplettar og livurplettar. Viðgerðin, ið ikki bert minkar, men tekur burtur pigmentplettarnar uttan at skaða húðina. Hygg her, hvat miðlarnir í USA sigaum Cosmelan viðgerðina. Pigmentbroytingar og ójavnur húðlitur kann verða til stóran ampa hjá kvinnum og monnum. Kanningar vísa, at pigmentplettar gera, at tú sært 10-15 ár eldri út, sjálvt um ongar sjónligar rukkur og linjur síggjast.
Orsøkirnar til at tú fært pigmentbroytingar á andlitið ella kroppin kunnu verða: sólskaðar, hormonellar broytingar í samband við barnsburð, skiftisár, p-pillar, trauma broytingar í húðini t.d akni, medisin og strongd.
Cosmelan® Depigmentation ávirkar beinleiðis melanin framleiðsluna og tekur burtur plettar, samstundis sum húðin far glóð, náttúrligan lit, útstráling og gerst slættari.
Cosmelan® Depigmentation viðgerðin er kend á teimum fremstu viðgerðastovunum í 64 londum, og Ergo Vælvera gleðist um at umboða viðgerðina í Føroyum.
FYRIMUNIR Cosmelan® Depigmentation viðgerðin hevur fleiri fyrimunir, samanlíkna við aðrar viðgerðir og kremir:
Úrslit Hjá 99% hvørva pigmentplettarnir, og gevur betringar uppá 85%. Longu 7-10 dagar aftaná byrjan av Cosmelan viðgerðini, sæst sjónligur munur. Plettarnir minka, og húðin blívur meira eins og endurnýggja. Aftaná umleið 7-8 vikur (eitt sindur longri fyri myrka húð) er úrslitið maximalt. Plettarnir minka og húðin far náttúrliga glóð. Sum eyka, minkar Cosmelan um tolg og feittframeleiðsluna og minkar um sjónligar porur. Cosmelan er ein sera djúpt virkandi viðgerð, tí kunnu tað koma turr og viðkvom økir á húðina, sum tó skjótt blíva betur.
VIÐGERÐIN:
Prísur:
OBS: Tær orginalu Mesoestetic vørurnar eru medsinskar og verða IKKI SELDAR Á NETINUM.Tey krem tú finnur á netinum, síggja eins út, pakkin, liturin og lukturin er tann sami MEN -tær manglar tað mest umráðandi- innihaldið!
Cryo viðgerð
Cryo er viðgerð har vit frysta plettin / plettarnar vekk. Cryo er til einkultar plettar/sólskaðar.
Tú kanst fáa vegleiðing frá okkum, um Cryo ella Cosmelan er tað rætta til tín.
Prísur:
úr kr. 800,-