Eingin vøra er á ynskilistanu.
Beinta Lassen, laserterapeutur, arbeiðir við Aurora lasara frá ELOS hjá Ergo Vælveru. Hártøkan er varandi. Kom inn til okkara og fá eina kostnaðarmeting. Hártøkan er bæði til kvinnur og menn. Hártøkan kann brúkast til størri umráði, sum heilan rygg, ella til smærri øki sum t.d. yvirvørrina ella brýrnar. Fyri mong, bæði kvinnur og menn, er óynsktur hárvøkstur ein trupulleiki, ið nógv tíð og orka fer til. Tú hevur óivað tikið hár burtur á fleiri ymsar hættir, men tey koma altíð aftur. Vit gera hártøku av øllum hári – eisini ljósum, gráum og reyðum. Vit bjóða kundum okkara eina sera góða viðgerð til varandi hártøku við Aurora lasara frá ELOS. Við Elos lasaratøkniviðgerð tørvar tær aldri aftur at hugsa um hár, ið grógva aftur. Við at geva húðini eitt intensivt pulserandi ljós (IPL) og radiofrekvens (RF) samstundis, verður proteinið í hárkykninum og hársekkinum niðurbrotið. Orsakað av hitanum oyðilegst hárið og veksur ikki aftur.
Viðgerðatíðin er ymisk, alt eftir, hvørji støð verða viðgjørd. At taka hár burtur undir arminum tekur bara umleið fimm minuttir, bæði bein kunnu taka upp til 90 minuttir. Áðrenn tú kemur til hártøku, skalt tú varliga raka hárini av, somuleiðis skal húðin vera væl røkt, so hon ikki manglar fukt. Brúkar tú rakiblað, so brúka skúm, fyri at skána húðina. Tað er umráðandi at tú nýliga ikki hevur sólað tær ella brúkt sjálvbrúnara á umráðnum tú ynskir viðgjørt.
Hártøkan skal endurtakast við 4 – 8 vikum ímillum, alt eftir hvar á kroppinum hártøkan verður gjørd. Tey flestu fáa 6 – 8 viðgerðir, men ofta sæst úrslit longu aftaná fyrstu viðgerð. Ljós, grá og reyð hár skulu viðgerast eitt sindur oftari. Hárini verða frástoytt aftaná 2 – 4 vikur.
Tey flestu merkja onki, onnur føla eitt heitt prik, sum varar eitt lítið sekund.
Tú ert vælkomin inn at fáa eitt óbindandi tilboð. Møguleiki er eisini fyri hártøku við voks. Onkuntíð kann tað verða ein fyrimunur, at blanda laser og ultraljóð. Bílegg tíð á 315 777 ella booka online á ergo.fo. Sí video: