Eingin vøra er á ynskilistanu.
Viðgerðastovan Nail Office, er “konsept store” hjá kendu Nail Office í Danmark. Nail Office heldur til í sama húsið sum Ergo Vælvera. Nail Office bjóðar, sum tey einastu í Føroyum Calgel. Calgel er organiskt gelé, ið fer væl við tínum neglum og heldur í uml 4-6 vikur. Tó viðmæla vit uppfylgjandi viðgerð innan 3-4 vikur, alt eftir hvussu skjótt tínar egnu negl vaksa. Calgel er eisini sera gott til tey sum hava veikar negl, negl ið knekka og sprotna. Calgel verjir og styrkir tínar egnu negl, soleiðis at tær vaksa pent út, uttan at brotna. Tú kanst velja ímillum klárt, lita ella franska manicuru. Eisini kanst tú fáa forleingilsi, ið verður gjørt við skabelón og klárum Calgel gelé. Vit viðmæla klárt Calgel til tín, ið ikki má hava farvu á neglinum, og til tín ið dámar væl at skifta lit ofta. Tú kanst koyra neglalakk eftir ynski, útyvir tað klára geléið. Calgel er einki minni enn tað mest “fantastiska” við hava roynt til negl. Calgel kann avtakast av okkara serfrøðingum, uttan at skaða tínar egnu negl. Calgel inniheldur ongin vandamikil kemikaliur og luktar ikki. Calgel er porøst, og letur neglirnar frígeva fukt. Fyri at halda sum longst, viðmæla vit at tú brúkar handskar við reingerð, og at tú brúkar neglaolju. S.O.S skuldi tú verið so óheppin at ein negl far skaða, so kanst tú fáa tíð til S.O.S viðgerð. Prísur:
Sum neglakundi, kanst tú altíð ókeypis velja at njóta løtuna hjá Nail Office við kaffi, te, kaffi latté, kakao, espresso v.m. Eisini er eftir ynski 20 min. massaga í Dr. Magic stólinum við í prísinum. Bílegg tíð ring 315 777 ella online her .. Myndir tiknar inni á Nail Office Føroyar.
Dømi um skaddar negl av gomlum tippum, gjørdar aðrastaðnis. Loysnin her var at forleingja neglirnar við skabelón og Calgel, ið verjir og styrkir neglirnar, soleiðis at tær kunnu vaksa aftur.