Eingin vøra er á ynskilistanu.
Lættari er at fyribyrgja enn at rætta upp. Tí viðmæla vit, at tú í góðari tíð byrjar at uppbyggja húðina, so tú varveitir tína útsjónd sum longst.
Mótvegis er tað ongantíð ov seint at fáa kosmetiskar viðgerðir, fyri at blíva ein betur útgáva av sær sjálvum.
Vit hava samla eitt úrvæl av okkara bestu viðgerðum til teir ymsu aldursbólkarnir. (LES FRÁ BYRJAN, HÓAST TÚ ERT ELDRI ENN 20)
Í 20 inum skalt tú hugsa um at fyribyrgja, verja og røkta tína húð. Tú skalt hugsa um at brúka vørur við høgum innihaldi av antioxidantum fyri at verja móti dálking og UV straáling, sum aox Ferulic. Minst eisini til at brúka faktor 50. Vit viðmæla t.d BB cream Ultimate W+, ið eisini inniheldur farvu, ið tú kanst brúka ístaðin fyri makeup.
Framleiðslan av hyaloron, ið ger at tín húð er sløtt og føst, byrjar at dala í 20´inum. Tí er tað gott at byrja longu nú við Profhilo viðgerð ella mesoterapi við hyaloron, so húðin framhaldandi er vøkur og ungdómlig nógv ár afturat.
Viðgerð við Veinwave er eisinI gott til unga húð, veinwave tekur burtur reyð blóðsprongd kør. Cryo og Cosmelan viðgerð kann taka burtur pigmentplettar.
Lasari kann taka burtur óynskt hár, so tú ikki skalt voksa ella barbera tær restina av lívinum.
Hevur tú havt trupulleikar við akni, kann tað hava givið arr, tá viðmæla vit medisinska Dermaroller viðgerð og/ ella ELT Intensive ljósviðgerð.
Les um:
Í 30´inum koma tey fyrstu aldurstekini. Ofta síggjast fínar linjur og “krákutær” um eyguni, rukkur á pannuni og millum eyguni. Her kann mesoterapi og/ella Botox, ið far vøddarnar at slappa av, taka burtur tær fyrstu mimik rukkurnar.
Harafturat kann Profhilo, kemisk peeling og skinbooster við hyaloron “mesoterapi” gera undurverk fyri tína húðgóðsku og geva stórar mongdur av fukt, sum hon hevur tørv á.
Ein orsøk til at húðin í 30´inum byrjar at síggja matt og troytt út er fukt “hyaloron” mangul.
Tað er eisini í hesum aldrinum, at fleiri kvinnur føða børn. Eftirfylgjandi er húðin á búkinum ofta leys. Til at stramma húðina brúka vit ultraljóð viðgerðina HIFU “Ultherapy”.
Hava strekkmerkir sett síni spor á húðina, viðmæla vit Beauty Angel ljósviðgerð og/ella Dermaroller.
Eygnalokini byrja at hanga og virka tung, og tað virkar sum tú hevur ov nógva húð á eygnalokinum. Her viðmæla vit plasma viðgerð, ið far húðina at trekkja seg saman. Viðgerðin kann eisini brúkast til posar/leysa húð undir eyguni.
Les um:
Í 40 inum dalar kollagen fremleiðslan týðiligt. Húðin missur fyllu og elastisitet. Kinnarnir søkka niður, randirnar undir eygunum blíva djúpri og týðuligari, og ofta fært tú næsa til munn rukkuna/furuna. Til at geva meira fyllu, viðmæla við fillers og hyaloron viðgerð.
Til randir undir eyguni viðmæla vit Tear Trough viðgerð (ein serlig mesoterapi viðgerð) ið skapar fylluna aftur.
Viðgerð við mesofiller “Restylane” er gott í 40 inum, tí tað endurskapar fyllu, so tú aftur sært frísk og væl upplagt út. Fyri besta úrslit er fillers saman við mesoterapi ella Botox ofta gott.
Húðin er eisini vorðin munandi slappari. Hetta sæst ofta á undirandlitinum, á hálsinum og dekolleté, har húðin byrjar at hanga.
Besta viðgerð til leysa húð er HIFU, sum boostar kroppin til at framleiða kollagen og gevur úrslit, ið kunnu samanberast við skurðviðgerð/andlitslyft uttan hjáárin, arr og sjúkrameldan.
Mesoterapi við DMAE er eisini sera gott til uppstramman av húð.
Les um:
Í 50 inum er fastleikin og fyllan minka munandi. Húðin er byrja at hanga. Vit viðmæla serliga HIFU og fillers. Fillers og skinbooster við mesoterapi vil endurskapa fylluna, sum nógv meira enn rukkur ger at tú sært eldri út.
Húðin hongur serliga við kjálkabeini “kæbelinjen” og dekolleté. Til at stramma leysu húðina brúka vit HIFU og DMAE mesoterapi. Viðgerðin HIFU er besta og tryggasta alternativi til andlitslyft uttan skurð. HIFU gevur ofta sama úrslit men uttan hjáárin og sjúkrameldan.
HIFU “Ultherapy” stimbrar tína húð at framleiða kollagen, so kroppurin lets og sær út sum tá hann var yngri. Á hendan hátt uppstrammast húðin trygt og effektivt innanifrá, uttan at tú legst undir knívin.
Leys húð og fínar linjur, kunnu fáa “mini” ella “full”face lift við plasma.
Hárini á brýrnum minka, Her viðmæla vit Microblading ið er mikropigmentering, ið sær út sum verulig hár.
Farvupigmentini minka tí blikna varrarnar. Til varrar viðmæla vit Permanent Make Up, tú kanst frítt velja millum fleiri litir og sleppa undan at brúka varrastift.
Les um:
Heinta pdf fíl av “Bestu viðgerðir til júst tín aldur”…
Fá ÓKEYPIS tíð til vegleiðing – ring 315 777
Gjaldast kann fyri viðgerðir í smáum við Beauty Konto – les meira á ergo.fo