Eingin vøra er á ynskilistanu.
Húðin eldist av sól, dálking, royking, ósunnum kosti og broyttari vekt – atdráttarmegin hevur eisini neiliga ávirkan á húðina og á slappan vevna. Andlitið er sera útsett fyri ávirkan og ein sær tí ofta alt ov tíðliga ymisk aldurstekin sum fínar linjur, rukkur og turra ella slappa húð. Hettar gerst verri við tíðini og endurbyggjandi virksemið hjá kyknunum bara minkar við árunum. LPG Lift6 er ein slóðbrótandi viðgerð, ið fyribyrgir og uppbyggir, og samstundis fyribyrgir aldursteknum. Henda strammandi viðgerðin er mekanisk bindivevnaðarsmassaga. Lift6 er egnað til allar húðtypur, sjálvt tey heilt sartu. Ein sera góður háttur at berjast ímóti, at húðin eldist.
LIFT6 kann við sera góðum úrsliti setast saman við microdermabratiónviðgerðini. Lift6 kann takast sum ein kurur, 1-2 ferðir um vikuna, alle sum ein einkultviðgerð, tá tú ynskir eina betri og frískari útsjónd.
Viðgerðin endar altíð við uppbyggjandi serum/kremi.
Prísir:
Sí video av LIFT6