Eingin vøra er á ynskilistanu.
Virkar strammandi, lyftandi, formandi og klænkandi. Góð til appilsinhúð, leysa húð, til eymar vøddar, sum ítróttarmassaga, heil kropsmassaga, lymfuødem og sum arrviðgerð. Sera behagilig massaga, ið má ROYNAST!
Vanligt er at klænka 1-2 klædnastøddir eftir ein kur við 10 LPG.
Troytt av rukkum og appilsinhúð?
Her er loysnin!
LGP Endermologie® hjálpir við:
Viðgerðin er behagilig og virkar avstressandi. Tekur 35 minuttir og er pínuleys.
Endermologie er ein einastandandi patenterað viðgerð, ið byggir á prinsippini um bindivevnasmassagu og lymfudrenagu. Allar kanningar higartil hava víst, at LPG er einasta viðgerð, ið effektivt minkar um cellulite/appilsinhúð.
Endermologie® er eitt úrslit av fronskum kanningum gjøgnum 16 ár. Viðgerðin verður brúkt í umleið 100 londum og fæst nú eisini hjá Ergo Vælveru. Umleið 80.000 fólk fáa hvønn dag LPG kring heimin.
Maskinan hevur eitt framkomið ”viðgerðarhøvd” við tveimum rullum. Tá høvdið verður rullað eftir húðini, skapir tað ein húðfald við vakuum. Hettar undirtrýst stimbrar bindivevnaðin í bæði húðini sjálvari og í løgunum undir húðini.
Bindivevnaðurin kann samanberast við tjúktflótandi gelé. Hetta broytist longu eftir fyrstu viðgerðirnar til at gerast meira flótandi, og tað stimbrar undirhúðina og strammar hana.
LPG økir blóðrenslið, viðgerðin økir stoffskiftið og harvið brenningina. LPG hjálpir eisini fyri vætusavning.
Bindivevnaður við ringum blóðrensli førir til at ruskevni savnast í kroppinum, hesi saman við vætu og feitti eru høvuðsorsøkin til appilsinhúð.
Ein grundviðgerð móti appilslinhúð er 10-20 ferðir, tvær ferðir um vikuna. Úrslitið kann síðan haldast viðlíka við 1-2 LPG um mánaðin.
Ein viðgerð tekur 35 minuttir. Tú ert í einari tunnari drakt, ið dekkar allan kroppin. Tað er best um tú ert í G-strongi ella lítlum trussum, hetta fyri at lætta um viðgerðina og betra um úrslitið á rumpuna. Fyri at stimbra renslið verður allur kroppurin viðgjørdur. Men fokus verður sett á øki við trupulleikum.
Tá ynskta úrslitið er nátt mæla vit til at tú heldur úrslitið við líka við einum ella tveimum viðgerðum um mánaðin. Minst til at drekka umleið tveir litrar av vatni um dagin, tí ruskevnini skulu skolast út.
Ynskir tú at tapa teg samstundis, skalt tú eisini gera nakað við kostin. Um tú samansetir LPG, motión og rættan kost, kanst tú fáa eitt sera skjótt og gott vekttap, samstundis sum kroppurin gerst fastur og verður formaður.
Prísur:
Bílegg tíð á 315 777 ella ergo@ergo.fo.
Myndin vísir úrslit av einum kunda hjá Ergo Vælveru:
Tá eg hugdi í spegilin fyrr, kundi eg gráti. Eg sá buglur og ein gamlan kropp. Nú gleðist eg um frálíka úrsliti av viðgerðini hjá tykkum. LPG hevur veruliga broytt mín kropp. Eg havi fingið vakrari formar, fastari húð og slættari kropp. Soleiðis greiðir ein av kundum okkara frá.
Ring 315 777 ella booka online.