Eingin vøra er á ynskilistanu.
Vit kunnu nú sum ein av tveimum viðgerðastovum í danska ríkinum bjóða tað nýggjasta frá LPG – LPG Alliance sjónligt úrslit longu aftaná 3 viðgerðir.
Tað ið sermerkir Alliance frá gomlu LPG maskinum, er at fyrr skuldi terapeuturin velja um viðgerðin skuldi arbeiða uppá feitt, appilsinhúð ella uppstramman. Nýggja tøknin í LPG Alliance ger alt trý samstundis, og kann als ikki samanlíknast við gomlu LPG maskinurnar.
Viðgerðin virkar klænkandi, uppstrammandi og minkar um buglur/appilsinhúð alt í senn, og gevur 3 ferðir betri og skjótari úrslit.
100 % náttúrligt
LPG er 100% náttúrlig, non-invasiv mekanisk bindivevs massaga, uttan hjáárin.
Nýggja tøknin ger, at viðgerðin er sera behagilig at fáa og kennist sum góð djúp massaga. Tú ert ílatin LPG drakt undir allari viðgerðini, og kennir hvíld og likamliga vælveru aftaná viðgerðina.
Vekttap, svingandi vekt, barnsburðar, fyltir gerandisdagar við minni sunnum lívstíli og annað kan gera, at húðin missir fastleika og smidleika. Viðgerðin við LPG Alliance stimbrar húðina at vekja tær yngjandi kyknurnar, fibroblastarnar. Tá kyknurnar aktiverast, byrjar kroppurin at reperera kollageni, hyaloronsýru og elastisitetin í húðini, so tættleikin og fastleikin endurskapast innanifrá.
Nýggja hondtakið
Nýggja patenteraða LPG høvdið kombinerar motoriska flappin og rulluna við skiftandi súgving, ið arbeiðir saman fyri at stimbra og mobilisera vevnaðin.
LPG Alliance kann brúkast til allan kroppin. Vit viðmæla fyri besta úrslit at tú velur 4-5 umráðir t.d búk, rygg, rumpu, lør aftan og innaralør, ella armar, lør framman, knø …….
Ein kurur er vanligt 10 viðgerðir, tvær ferðir um vikuna. Um tú ert uppá strangan kur, ella hevur fingið t.d gastric bypass ið ger at tú fert at tapa teg nógv, viðmæla at vit at tú fært viðgerðina einaferð um vikuna ímeðan tú tapir teg, so húðin vegna vekttap ikki fer at hanga so nógv.
Vanligt er at minka heili tvær klædnastøddir aftaná 10 viðgerðir.
LPG Endermologie® Alliance ávirkar kroppin á 3 háttir.
LPG Alliance
“Tá eg hugdi í spegilin fyrr, kundi eg gráti. Eg sá buglur og ein gamlan kropp. Nú gleðist eg um frálíka úrsliti av viðgerðini hjá tykkum. LPG hevur veruliga broytt mín kropp. Eg havi fingið vakrari formar, fastari húð og slættari kropp. Soleiðis greiðir ein av kundum okkara frá”.
Vit hava eisini LPG Medical
LPG Medical hevur ymisk programmir til gikt, fibromyalgi, vøddapínu, niðursett blóð/lymfurensl, áðrenn og aftaná feittsúgving ella búk plastik. Tú merkir vælveru longu aftaná fyrstu viðgerð.
Tung/hovin bein
Hevur tú tung/hovin bein kanst tú fáa eitt av teim mongu medical programminum, ið økir munandi um rensli og hjálpir tær av við yvirskots vætu. Tung og pínufull bein ella hovnar føtur og anklar er útslit av niðursettari blóð og lymfurenslið. Avfallstoffir hópast upp og beinini kennast tung og pínufull. Ov nógv standandi ella sitandi rørslur, høgur hiti, ov saltur matur ella barnsburður kann eisini geva hovin/tung bein.
” Longu aftaná fyrstu viðgerð, kennist vælveran, anklar og leggir kennast lættari og fáa sítt skap aftur”
Viðlíkahald:
Tá tú hevur fingið úrslitið tú ert nøgd við, viðmæla vit at tú heldur úrslitið við líka við einari LPG viðgerð um mánaðin.
Prísur:
LPG Allinace er sera gott at samanseta við aðrar viðgerðir t.d feittfrysting, Emsculpt, TEI, Beauty Angel, Gullwrap v.m. Bið um tíð til vegleiðing og lat okkum seta røttu loysnina saman júst til tín alt eftir tínum persóniga tørvið.
LPG Alliance hevur eisini viðgerð til andlitið
Beauty Konto – rinda í smáum
Hjá Ergo Vælveru bjóða vit rentufría Beauty Konto har tú eftir avtalu kann rinda fyri viðgerðirnar í smáum. Les meira og finn umsóknarblað: Beauty Konto
Bílegg tíð á 315 777 ella online: Online Booking
Áðrenn og aftaná myndir