No products in the cart.
Til vøruyvirlitNo products in the cart.
Til vøruyvirlitHIFU Andlitslyft til andlit, háls og dekolleté
HIFU, (High-Intensity Focused Ultrasound) eisini kallað “Ultherapy”, er viðgerð fokuserað upp á ultraljóð – HIFU- er síðsta nýggja vápnið í kampinum móti húðaraldring. HIFU er einasta viðgerð, ið er góðkend av amerikonsku heilsumyndugleikum (FDA) til “Skin Lifting”. HIFU er alternativ til andlitslyft við knívi til kvinnur og menn. Eingin onnur viðgerð – hvørki laser ella annað – arbeiður líka djúpt sum HIFU.
HIFU er eisini til tín, ið longu hevur fingið andlitslyft við skurð, og ynskir at betra úrslitið av skurðviðgerðini.
Prinsippið við fokuserað ultraljóð er, at djúpasta bindivevslagið í húðini stimbrast til at endurnýggja seg sjálva, so húðin fær sín ungdómliga elastisitet og fastleika aftur, samstundis sum hon strammast upp. Tað er faktiskt talan um eitt beinleiðis lyft av húðini – uttan knív. Viðgerðin er sostatt vælegnað at stramma tí byrjandi leysu húðina á háls og kinnum upp, ella at lyfta tung eygnalok. Ein uppstramman, ið virkar náttúrlig, tá tað er tíni egnu trekk, ið endurskapast. Viðgerðin er sera vælegnað til tín, ið er 30+. Er húðin sera leys ella sólskødd kann vera neyðugt við meiri enn einari viðgerð.
Viðgerðin
Tey einstøku økini viðgerðast við ultraljóði, ið er fokuserað at raka júst 1,5, 3, og 4,5 mm undir húðina. Beint aftaná
viðgerðina kann húðin vera eitt sindur reyð – um so er, kann tað dekkast við make up.
Myndin vísir hvussu djúpt ultraljóðið arbeiðir ávíst 1,5 – 3 og 4,5 mm djúpt
Beinanvegin sæst munur á húðini, ið virkar meiri føst og elastisk. Tað endaliga úrslitið sæst fyrst vikurnar aftaná viðgerðina, við nýskapan av kollagen og elastin í tí djúpa bindivevnaðinum, ið gevur tí permanentu betringina av elastisiteti og fastleika.
Aftaná viðgerðina
Vit viðmæla at tú drekkur nógv vatn næstu dagarnar, og at tú umgongur beinleiðis sól, sauna og harða venjing í 48 tímar. Tú kanst fara beint til arbeiðis aftaná viðgerðina, ið er styttri enn ein tíma.
Forvæntningar
Viðgerðin uppstrammar húðina og betrar um elastisitet og fastleika. Tú kanst vænta, at úrslitið av viðgerðini er, at húðin er fastari og meir elastisk, samstundis sum at tú fært uppstramman av leysari húð. Hvussu gott úrslitið blívur, er individuelt, tá tað avhongur av, hvussu góð tín húð er at endurnýggja seg. Er húðin illa skødd av sól, ella tú er høgt til aldurs, er evnini til endurnýggjan niðursett.
Fyrst 2-3 mánaðir aftaná viðgerðina kann úrslitið endurmetast, endaliga úrslitið sæst tó fyrst aftaná umleið 6 mánaðir. Fyri at viðlíkahalda úrslitið, verður vanliga viðmælt at fáa viðgerðina við uml. 18 mánaðum ímillum fyri framhaldandi at halda húðina unga.
Hjáárin
Viðgerðin við fokuserað ultraljóð er einkul og trygg. Verða viðgerða prinsippini fylgd eru sera fá og sjálvsom hjáárin.
Næstan øll uppliva hevilsi beint aftaná. Hjá onkrum kennist húðin eym fyrstu dagarnar aftaná viðgerðina. Hevilsi og eymleiki er tekin uppá eina reaktión. Hevilsið er vekk inann eina viku, men eymleiki kann vara upp til 1 mánað.
Umleið 10 % fáa blá merkir undir húðini.
Prísir Andlit:
Panna og eygu kr. 4.900,-
Kinnar kr. 6.900,-
Kinnar og eygu kr. 7.900,-
Kjálkar (kæbelinje) kr. 3.900,-
Hálsur kr. 4.900,-
Kjálkar (kæbelinje) og hálsur kr. 6.900,-
Alt andlitið kr. 8.900,-
Alt andlitið og hálsur kr. 10.900,-
Kroppur:
Fyri økið t.d yvirarmar, niðari búkur, bh-dellu, ella innaralør o.s.v:
1 øki kr. 6.900,-
2 øki kr. 11.900,-
3 øki kr. 15.900,-
4 øki kr. 18.900,-
Gjald í smáum við Beauty Konto hjá Ergo Vælveru
Um tú stovnar Beauty Konto kanst tú fáa HIFU andlit og háls kr. 10.900,- og t.d gjalda:
kr. 4.235,- í 3 mðr
kr. 2.131,- í 6 mðr
kr. 1.078,- í 12 mðr
kr. 727 í 18 mðr
Sí video frá N´AGE og áðrenn / aftaná myndir niðanfyri:
Áðrenn og aftaná myndir
Ring 315 777 ella bílegg tíð 0nline á ergo.fo. Eisini bjóða vit tær ókeypis vegleiðing.
Okkara heimasíða brúkar farspor (cookies)
Á okkara heimasíðu brúka vit farspor fyri at tú sum brúkari skal fáa ein betri uppliving, meðan tú ert á vitjan.
Tað kunnu vera ymiskar funkur sum ikki virka heilt sum tær skulu, um tú ikki vil brúka okkara farspor. Sum heild brúka vit bert farspor fyri at gera tína upplyving betri. Les meira á síðuni Privatlívspolitikkur.
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
cookielawinfo-checkbox-analytics | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Analytics". |
cookielawinfo-checkbox-functional | 11 months | The cookie is set by GDPR cookie consent to record the user consent for the cookies in the category "Functional". |
cookielawinfo-checkbox-necessary | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookies is used to store the user consent for the cookies in the category "Necessary". |
cookielawinfo-checkbox-others | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Other. |
cookielawinfo-checkbox-performance | 11 months | This cookie is set by GDPR Cookie Consent plugin. The cookie is used to store the user consent for the cookies in the category "Performance". |
viewed_cookie_policy | 11 months | The cookie is set by the GDPR Cookie Consent plugin and is used to store whether or not user has consented to the use of cookies. It does not store any personal data. |
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
CONSENT | 2 years | YouTube sets this cookie via embedded youtube-videos and registers anonymous statistical data. |
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
VISITOR_INFO1_LIVE | 5 months 27 days | A cookie set by YouTube to measure bandwidth that determines whether the user gets the new or old player interface. |
YSC | session | YSC cookie is set by Youtube and is used to track the views of embedded videos on Youtube pages. |
Farspor | Tíðarlongd | Lýsing |
---|---|---|
woocommerce_recently_viewed | session | Description unavailable. |