et-loader

Bustivegleiðing:

Hví busta?

Teoriin kemur frá sansaintegratiónini. Amerikanski ergoterapeuturin Patricia Wilbarger hevur útvikla viðgerðina til ”TAKTIL SKYHED”, sum er ovurviðkvæmi í følisansinum (taktilt).

Hettar kemst av trupulleikum í nerva systeminum.

Eftir Wilbargs viðgerðháttinum, skal allur kroppurin bustast og hareftir verða øll lið trýst saman 10 ferðir. Alt tekur 2-3 minuttir og skal gerast 7 ferðir dagliga í 14 dagar.

Viðgerðin kann við góðum úrslitum brúkast til viðgerð av sansa trupulleikum, aftaná blóðtøpp, heilabløðing ella traumatiskan heilaskaða við eftir fylgjum sum:

  • Niðursetta kropskenslu
  • Niðursettan følisans
  • Innara órógv
  • “Sansa hungur”
  • Neglekt

Í hesum førum er ikki neyðugt at busta so ofta hvønn dag, og heldur ikki eitt ávíst tíðarskeið.

Av busting ávirkast húð kenslan og hettar gevur økta uppmerksomheit. Tað er umráðandi at stimbra øll lið við einum trýsti 10 ferðir, hettar ávirkar vødda/liðsansin og virkar sissandi. Hettar kallast approksimatión ella liðkompressión.

OBS busta ikki einum persóni sum er ovurviðkvæmur aftaná eina hemiplegi (hálvsíðu lamin) um tað ikki kennist væl, men gev í staðin liðkompressión.

Hvussu skal eg busta?:

Busta ryggin, armar og bein men IKKI tað ovala umráði: andlit, bringa og innara síða av lørunum.

Brúka long og seið strok og hald bustina uppá tvørs.

Um hon verður brúkt eftir longs kann hon kennast ov hørð.

Brúka bust síðuna ikki skúm síðuna.

Trýst hareftir øll lið saman við 10 skjótum og løttum trýstum. Um persónurin ikki dámar busting, kann liðkompressión brúkast.

Hvørja Bust?:

Bustin er ein Kirurgisk turr-bust og fæst til keyps í okkara handli, tú er vælkomin inn á gólvi.

Meira er at lesa á www.ergo.fo undir ergoterapi..

Líknandi vørur