Niðanfyri eru “GÒÐ RÀД um stól, borð, ljós, skermarbeiði v.m.

Ansa eftir Rygginum!

Upp til átta út av tíggju fólkum, fáa einaferð í lívinum trupulleikar við rygginum. Av tí sama er tað meira umráðandi enn nakrantíð áður, at finna útav hvat verður gjørt skeivt, og hvussu ein brúkar ryggin rætt.

Um tú hevur ryggtrupulleikar vilja vit altíð ráða tær til at fara til ein lækna, men tað er nógv tú sjálv kann gera fyri at sleppa undan trupulleikum.

Her eru nøkur góð ráð hvussu tú kanst sita og lyfta:

Stólur

Vel ein stól ið ikki hevur ov stóra sitiflatu. Um flatan er ov stór gongur tað útyvir blóðrenslið. Armlen eru í flestu førum óneyðug og eru meira til ampa enn gagn.

Setrið skal antin verða skráttstilla ella skal tað kunna stillast skrátt. Tá setrið skránar er tað sum oftast óneyðugt við ryggleni.

Brúka ryggin og vel ein stól uttan rygglen so tú styrkir um ryggin. Um tú veruliga ynskir rygglen, so MINST til at velja eitt lítið rygglen sum bert gevur stuðul til lendarnar. Vel eitt áklæði sum hóskar til TÌN.

Borð

Borðið eigur at verða lætt at innstalla í hædd, so tú kanst skifta ímillum, at sita og standa. Um borðið ikki hevur hendan møguleika, so er umráðandi, at borðið verður innstilla rætt til tín. Um borðið til dømis er ov høgt, vilt tú uttan at hugsa yvir tað, lyfta alt ov nógv í akslunum og hetta kann geva vøddaspenningar og høvuðpínu.

Siti- og standiborð skulu helst verða elektrisk. Hæddin eigur at verða 60-65 cm til 125-130 cm. Eitt vanligt borð eigur lættliga at kunna innstillast í hæddini 60-65 cm til 90 cm.

Borðið skal hava eina so stóra flatu, at tað er ríkiligt av pláss til tín og tíni arbeiðsamboð sum t.d. telefon, roknimaskina, pappír o.a.

Borðflatan skal ikki verða ov blonk, tí so speglast ljósið aftur. Eitt borð við útskering gevur góðan stuðul til undirarmar.

Tað skal verða gott pláss undir borðinum. Tað má ikki hanga nakað undir borðinum, av tí at pláss skal verða at strekkja beinini út. Í knæhædd eigur tað at verða 50 cm fríðpláss, í fótahædd 70 cm. Ansa eftir hvar tú stillar CPU.

Ljós

Øll hava brúk fyri einari arbeiðslampu, av tí at jú eldri vit blíva, jú sterkari ljós hava vit brúk fyri. Ein arbeiðslampa við innbygdum dagsljósi, gevur gott arbeiðsljós og samstundis ljósviðgerð.

Arbeiðslampur: fáast í nógvum sniðum. Best er um lampan kann standa eitt sindur burtur frá, so hon ikki speglast aftur í skerminum. Arbeiðsljósið skal, um tú er høgra handað, standa á vinstru síðu, soleiðis at ljósið kemur inn frá síðuni.

Loftljós kann blenda og verða til ampa. Royn og set teg soleiðis, at loftlampan ikki hongur uppi yvir ella beint framman fyri tær. Tað er best um loftlampan hongur út til síðina og eitt sindur aftan fyri tær.

Ein møguleiki í staðin fyri loftlampu er (uplight), sum lýsir á vegg ella loft. Tá vil ljósið blíva kasta aftur í rúmið í staðin fyri í tín skerm.
Skermarbeiði

Músa- og skermarbeiði

”Músaskaðar” er eitt felags heiti fyri pínu í vøddum, vøddaspenningum, og plágur í vøddunum í undirarminum og upp til vøddarnar í øksl og nakka, skaðar rundan um spengur, sinaslíðrar frá fingralið til nakkan, og skaðar í nervaleið ið koma fram sum snurrandi ella manglandi kensla í fingrum og armi.

Lyklaorðið í allari fyribyrjing er variatión. Tú kanst til dømis skifta ímillum, at sita og standa ímeðan tú arbeiðir. Tú kanst skifta millum fleiri sløg av músum og knappaborð og ikki minst skifta millum arbeiði við og uttan teldu.

Hvussu tú innrættar arbeiðsplássið?

Syrg fyri at stólur, borð, skermur og knappaborð er lætt at innstilla, so tú kann skifta ímillum hvussu tú arbeiðir.

Bukka ikki óneyðuga í nakkanum. Lesiavstandurin til skermin skal minst verða 50-70 cm, um tú hevur ein 14-17″ skerm.

Avstandurin millum tað tú sært vatnrætt og ovastu linju av tekstinum á skerminum, skal minst verða 15 cm, t.v.s. akslahædd. Tað skal verða ríkiligt av plássið til pappír o.a.

Tað skal verða møguligt við stuðli til alboga- og handlið, samstundis sum tú heldur armarnar tætt at kroppinum.

Skermurin skal standa soleiðis, at tú situr við síðuni til vindeygað. Harvið minkast árin frá ljósinum úr vindeyganum. Tú skalt eisini syrgja fyri at einki ljós speglast aftur í skerminun frá lampum ella øðrum.

Arbeiði við mús?

Tú skalt biðja um ritbúnað til telduna, sum mest kann brúkast uttan mús. Finn tær mýs sum hóska best til TÌN. Tað finnast mýs í ymsum sniðum og støddum. Eisini fæst ymiskt sum tú kanst brúka í staðin fyri mús t.d. freepen, trackball, mousetrapper.

Tað finnast fleiri møguleikar, og tað kemur allatíðina okkurt nýtt. Skift millum fleiri og skift millum at brúka høgru og vinstru hond.

Brúka músina minst møguligt – lær at brúka tastarnar á knappaborðinum í staðin.

Syrg fyri at hava stuðul til undirarm og alboga, slappa av í akslunum og hald albogan tætt inn til kroppin, dubultklikka minst møgulig.

Mest umráðandi:

Steðga á og hvíl teg. Minst til at røra teg, skift í millum fleiri arbeiðsháttir og uppgávur har tú ikki brúkar telduna.