Vit hava 3 viðgerðarstovur við sera góðari útgerð. Hølini eru innrættaði barnarvinarlig og til børn. Umframt sansarúm er uppvenjingarhølið og eitt rúm til munn og andlitsvenjingar og telduvenjing.

Í ergoterapiuni hjá Ergo eru vit fýra ergoterapeutar, við drúgvum royndum innan barnaøkið. Aftaná lokna útbúgving hava vit leita okkum serkunning innan viðgerð til børn, og eru vit loypandi á ymsum skeiðum.

Umframt viðgerð og ráðgeving bjóða vit SI kanning, MAP-test, munn og andlitsviðgerð og telduvenjing.

Í sansarúminum hava vit: kúlubað, lítla hvíta húsið, massagustól, fiber optik, heingikoyggju, ljósshow, kúludýnu, paletto, molly sekkjastól o.a

Map-test er fyri børn úr 2,8 ár, testurin vísir hvat barnið kann, og um barnið hevur tørv á serligum stuðli ella viðgerð.

SI kanningin vísir um sansatrupuleikar eru, og hvat barnið hevur tørv á at venja, kanningin er fyri børn úr 5,8 ár. Kanningin inniheldur eisini góð ráð og vegleiðing til foreldur/avvarðandi og stovn/skúla.

Eitt barn sum slevar ella hevur talutrupuleikar, kann hava stóra gleði av munn og andlitsviðgerð sum inniber munn og andlitsstimulatión og munn/tungu motoriskar venjingar.

Hevur tú spurningar um ergoterapiuna kanst tú ringja og tosað við ein ergoterapeut á tel: 515 777
“Niðanfyri kanst tú lesa faldaran Ergoterapi og Børn”.

Ergoterapi til børn við serligum tørvi

Ergoterapi verður veitt børnum í øllum aldri, sum ikke menna seg sum væntað.

Tað kunnu vera børn við rørslubrekum, atferðatrupulleikum, likamliga og sálarliga trupulleikum.

Ergoterapeuturin tekur familjuna við í viðgerðina, og dentur verður lagdur á, at viðgerðin hóskar gerandisdegnum hjá tí einstaka barninum. Viðgerðin verður tí veitt í heimi, skúla ella dagstovni, alt eftir tørvi.

Ergoterapeuturin skilur ímillum viðgerð, givnari av terapeuti og venjing, sum kann gevast av øðrum undir supervisión.

Ergoterapeururin kann veita ráðgeving sum lættir um gerandis-dagin hjá barninum og teimum, sum eru um barnið.

Ergoterapeuturin skapar samarbeiði

Ein tann mest umráðandi uppgávan hjá ergoterapeutinum er so tíðliga sum møguligt at hjálpa tí sjúka barninum og familjuni.

Ergoterapeuturin hevur í síni grundútbúgving fingið sjúkralæru og breiða vitan, sum er neyðug fyri at greina og meta um tørvin á viðgerð.

Hon skipar fyri, at samarbeitt verður um barnið á besta hátt.

Sterkar og veikar síður

Í viðgerðini brúkar terapeuturin tær sterku síðurnar hjá barninum, og hon lærir barnið at kompensera fyri tær veiku síðurnar.

Viðgerðin skal geva barninum eina positiva kensluliga og intellektuella menning.

Barnið lærir gjøgnum viðgerðina og venjingina at samskipa og skilja ímillum tey mongu sansaárin, sum tað fær.

Gjøgnum terapeutiskt og pædagogiskt tilrættarlagt spæl tryggjar terapeuturin, at barnið upplivir gleðina við at kunna meistra og brúka sínar skapandi møguleikar.

Leikur

Børn, sum á ein ella annan hátt eru sjúk, hava ofta trupult við at spæla við vanliga leiku.

Ergoterapeuturin kann útvega og veita ráð um leiku, og hjálpa barninum, so tað kann spæla við onnur børn á ein viriligan hátt.

Munn og anlitsviðgerð

Børn, sum hava trupult við at tosa, at eta og børn sum sleva, hava ofta tørv á einari serligari viðgerð, sum vit kalla munn-og andlitsviðgerð.

Pinkubørn

Tá talan er um punkubørn, vegleiðir ergoterapeuturin familjuni og ørðum, hvussu tey á besta hátt stulða barninum.

Hjá ov tíðliga føddum børnum og børnum, sum á ein ella annan hátt ikki hava fingið tað, teimum tørvar undir barnsburðartíðini, veitir terapeuturin sansistimbran. Um barnið ikki sýgur sum vanligt fær tað munn- og anlitsviðgerð.

Innrættan

Ergoterapeuturin gevur ráð um innrætting í heimi, skúla og stovni.

Ergoterapeuturin hyggur at tørvinum hjá barninum og syrgir fyri, at innrættingin er við til at stimbra barnið.

Umhvørvið verður tilrættislagt so, tað lættir um arbeiðsstøður.

Føroyskir ergoterapeutar

Um tú ynskir ergoterapi til barn títt, kanst tú seta teg í samband við egna lækna og biða um eina tilvísing, ella ringja til ein av terapeutinum.

Til ber at søkja um fíggjarligan stuðul gjøgnum Almannastovuna.

Barnaegroterapeutar arbeiða sum konsulentar um alt landið.