Eingin vøra er á ynskilistanu.
Sum árini ganga, missir húðin fyllu, tyngdikraftin ger eisini at “alt” fellur niðureftir. Fillers er gjørt av vatn og hyaloron, ið er eitt náttúrligt sukurevni. Úrslitið heldur umleið eitt ár, tó í varrum umleið 6-8 mðr.
Lættari er at fyribyrgja enn at rætta upp. Tí viðmæla vit, at tú í góðari tíð byrjar at uppbyggja húðina, so tú varveitir tína útsjónd sum longst. Mótvegis er tað ongantíð ov seint at fáa kosmetiskar viðgerðir, fyri at blíva ein betur útgáva av sær sjálvum. Vit hava samla eitt úrvæl av okkara bestu viðgerðum til teir ymsu aldursbólkarnir.